Sjálvhjálparbólkur í Suðuroynni

Sjálvhjálparbólkur í Suðuroynni
Í næstum byrja Sinnisbati ein nýggjan sjálvhjálparbólk í Suðuroynni til ung yvir 18 ár, ið kenna ótta og angist.
Hetta er triðju ferð, at Sinnisbati bjóðar sjálvhjálparbólk út til ung við ótta og angist
Mynd: Sille Veilmark  
 
04.02.2023 - 18:32

Hetta er triðju ferð, at Sinnisbati bjóðar sjálvhjálparbólk út til ung við ótta og angist, og bæði undirtøka og afturmeldingar hava verið góðar, sigur felagið.

Í sjálvhjálparbólkinum fæst møguleiki at hitta onnur ung, sum eru í líknandi støðu, og har ber til at deila tankar, kenslur og royndir við onnur.

Bólkurin byrjar 6. mars, ella tá fullteknað er, og pláss er fyri tíggju í bólkinum, sum kemur saman í hølum í Vági seinnapartar mánadag.

Bæði tey, sum eru við í bólkinum, og bólkaleiðari, eru áløgd tagnarskyldu eftir galdandi reglum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 21. januar
Orðaval #10 - indoevropiska málfamiljan
186600
Týsdag 21. januar
Morgunlestur týsdagur 21.januar 2025
186424
Mánadag 20. januar
Jóna Hammer: Eg havi nógv at takka fyri
186576
Mánadag 20. januar
Nú er friðurin úti
186569
Mánadag 20. januar
Morgunlestur mánadagur 20. januar 2025
186265
Nýggjastu sendingar í SV