- Tíðindi, mentan og ítróttur
KÍ hall annað árið á rað
KÍ hevði lítla hálva millión í halli í fjør.
Roknskapurin, sum var lagdur fram fyri limirnar á aðalfundinum í gjár, vísti eitt hall upp á 492.000 krónur, skrivar heimasíðan hjá felagnum. Hallið kemur serliga av høgu ferðaútreiðslunum til altjóða dystir av verkfallinum hjá SAS síðsta summar, sigur KÍ.
Hetta er annað árið á rað, at KÍ hevur hall. Tað er kortini munandi minni enn í fjør, tá hallið var meir enn fimm milliónir krónur.
Bæði mans- og kvinnuliðið vunnu føroyameistaraheitið í fjør og skulu spæla Champions League-fótbólt í summar, og tað hevur ávísar inntøkur við sær, skrivar felagið.
Nevndin heldur fram, men uttan Jákup Eydnugarð, sum ikki tók við afturvali. Hon hevur skipað seg við Tummasi Lervig sum formanni, Rúna Heinesen sum næstformanni, Hilmar Danielsen sum kassameistara, Eyðstein Poulsen sum akademistjóra, Róa Clementsen við samskifti og Kaj Dam við ábyrgd fyri Betri-monnum.