- Tíðindi, mentan og ítróttur
Víkingur til Norra
20 ára gamli miðvallarin Noah Mneney skal spæla við Bryne FK í næstbestu norsku deildini. Hann hevur skrivað undir trý ára sáttmála.
Tað skrivar Bryne FK á heimasíðu síni.
Ágangandi spælarin, sum fekk sín fyrsta landsdyst í venjingardysti ímóti Kosovo í november í fjør, hevur síðstu árini verið ein av bestu miðvallarunum í bestu føroysku deildini. Í fjør var hann valdur til besta unga spælara í Betri-deildini.
Í norska felagnum eru tey væl nøgd við at hava fingið undirskriftina hjá evnaríka spælaranum.
- Hann er ein ungur spælari, sum kann mennast nógv. Hann er longu góður, og hann kemur til Bryne fyri at gerast uppaftur betri, sigur ítróttastjórin í Bryne, Roger Eskeland.
Síðstu trý kappingarárini hevur hann spælt mestsum fast á víkingamiðvøllinum saman við Géza Dávid Turi, og tað verður ein avbjóðing hjá venjaranum, Jóhan Peturi Poulsen, at finna ein fullgóðan avloysara.
- Vit harmast sjálvandi um, at Noah ikki verður partur av okkara hópi í 2023, og tað verður heilt klárt ein stórur missur, men vit eru stolt av at hava ment enn ein leikara, sum útlendsk feløg hava fingið áhuga fyri, skrivar Víkingur á facebook.