- Tíðindi, mentan og ítróttur
Tórsvøllur fær LED-ljós
Verandi mastrar og ljósskipan á Tórsvølli, sum eru frá 2011, eru í vánaligum standi og lúka ikki longur ásettu krøvini. Millum annað fór ljósið mitt undir einum landskappingardysti í heyst.
Nýggja skipanin skal vera liðug til landsdystirnar í juni mánaði.
Talan er um LED-ljóskastarar í mastrunum og stadiontakinum, sum skulu setast upp í apríl og verða klárir at taka í brúk ikki seinni enn seinnu hálvu av mai mánaði.
Stóri ljósskipanarveitarin, Musco Lighting Europe, hevur fingið arbeiðið, so tjóðarvøllurin fær best møguligu ljósviðurskifti komandi 10 árini.
Tilsamans kosta nýggju ljósini á Tórsvølli 11 milliónir krónur, og Tórshavnar kommuna og Fótbóltssambandið rinda hvør sína helvt, 5,5 milliónir krónur.