Liðskiparin úr Danmark til Svøríki

Liðskiparin úr Danmark til Svøríki
Liðskiparin á føroyska landsliðnum við kvinnum, Ásla Johannesen, fer úr AGF til Piteå IF, sum kappast í bestu svensku fótbóltsdeildini
Ásla Johannesen í dysti ímóti heimsins bestu, Alexia Putellas
Mynd: FSF  
 
19.01.2023 - 09:40

Ásla Johannesen fer úr AGF til Piteå IF í bestu svensku fótbóltsdeildini. 

Liðskiparin á føroyska landsliðnum hevur gjørt eitt ára avtalu við svenska liðið, sum endaði á 7. plássi farna kappingarár.

 - Eg síggi tað sum eitt fet upp at koma til svensku kappingina, sigur 26 ára gamli bakkurin við heimasíðuna hjá felagnum.

Ásla Johannesen hevur spælt uttanlands í fimm ár. Fyrst í FC Nordsjælland, har hon var við til at vinna steypakappingina og síðan í AGF.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 18. januar
Jambalaja - 180125
186515
Leygardag 18. januar
Upp á tá - 170125
186510
Leygardag 18. januar
Morgunlestur leygardagur 18. januar 2025
186264
Fríggjadag 17. januar
Vikuskiftið 17 januar 2025
186483
Nýggjastu sendingar í SV