Fýra hassjmál í eina viku

Fýra hassjmál í eina viku
Síðstu vikuna hevur tolleftirlitið hjá TAKS havt fýra hassjmál og hevur lagt hald á yvir tvey kilo av hassji
 
13.01.2023 - 18:16

Á flogvøllinum vórðu tvey fólk tikin, - annað í gjárkvøldið, hitt í fyrrakvøldið.  Tey royndu at smugla í alt 1,6 kilo av hassji. Fólkini hava fingið straksdóm og eru farin í fongsul í ávikavist 30 og 90 dagar.

Í farnu viku kom tolleftirlitið hjá TAKS fram á tveir postpakkar, sum við hálvi, kilo av hassji í, innpakkað sum gáva. Hesi mál eru til kanningar hjá løgregluni.

Nógv hassj verður smuglað til Føroya. Í fjør varð hald lagt á 46,5 kilo, tað mesta nakrantíð, sigur Taks.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 4. mars
Veðrið
188646
Sunnudag 2. mars
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
188513
Fríggjadag 28. februar
Veðrið
188455
Fríggjadag 28. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188428
Fríggjadag 28. februar
Heim, kæra heim (3:3) - teknmálstulkað
188417