- Tíðindi, mentan og ítróttur
KÍ fingið málmann
Rói Mørk Hentze verður í mál hjá KÍ hetta kappingarárið.
Tað kunngerð meistarafelagið á síni heimasíðu, ki.fo.
Hetta er fyrsti spælarin, sum nýggi KÍ-venjarin, Magne Hoseth, hevur fingið í hópin.
22 ára gamli málverjin hevur í fyrsta lagi spælt í bestu deildini fyri B36 og síðan í B68, sum hann umboðaði í 2021 og 2022. Harafturat hevur hann spælt dystir fyri U17, U19 og U21-landsliðið.
Hann er høgt í metum, men hevur verið lutfalsliga nógv darvaður av skaðum. Fleiri meta, at Rói Mørk Hentze í fyrstu syftu er keyptur fyri at vera eykamálverji ístaðin fyri Meinhardt P. Joensen, sum er givin.
Mathias Rosenørn, sum hevur vart málið hjá KÍ seinastu tvey árini, longdi ikki sáttmálan, og tí skal KÍ hava ein málmann í hópin afturat.