- Tíðindi, mentan og ítróttur
Mikkel Dahl aftur í HB
Mikkel Dahl aftur í HB
Toppskjúttin hjá HB í 2021, Mikkel Dahl, er aftur í reyðu og svørtu blusuni. Danski framherjin skeyt 42 mál í 47 dystum, men hevur ikki staðið seg væl í Íslandi síðsta árið
Mynd: HB
09.01.2023 - 15:43
Danski framherjin, Mikkel Dahl, er aftur í reyðu og svørtu HB-blusuni.
Tað skrivaði in.fo fyrr í dag, og tað kunngerð felagið nú á facebook.
Mikkel Dahl kom til HB á sumri í 2020, og var við til at tryggja felagnum greipuna. Árið eftir skeyt framherjin ikki færri enn 27 landskappingarmál, men fór úr HB áðrenn steypakappingin var avgreidd eftir ósemju um lønarviðurskiftini. Tilsamans skeyt Mikkel Dahl 42 mál í 47 dystum.
Farna kappingarár spældi 29 ára gamli danin við Leikni í bestu íslendsku deildini, men har endaði tað við niðurflyting.
Mikkel Dahl hevur skrivað undir ein eitt ára sáttmála við HB.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV