- Tíðindi, mentan og ítróttur
Lene Terp gevst sum venjari hjá fótbóltslandsliðnum
Lene Terp er ikki longur landsliðsvenjari hjá føroyska fótbóltslandsliðnum við kvinnum.
Danski venjarin hevur gjørt av at flyta aftur til Danmarkar, og tí hava partarnir gjørt av at fara hvør sín veg, skrivar Fótbóltssamband Føroya.
Lene Terp hevur starvast sum landsliðsvenjari og mennari í FSF síðan 2021 og hevur staðið á odda fyri royndini hjá kvinnunum í HM-undankappingini hesi árini.
- Vit eru sera glað fyri tað arbeiðið, sum Lene hevur gjørt fyri føroyskan fótbólt og serliga kvinnusíðuna hesi bæði árini, sigur Virgar Hvidbro, aðalskrivari við heimasíðuna hjá FSF.
Umsitingin í FSF fer nú undir at leita eftir nýggjum høvuðsvenjara, og tað verður hildið fast í ætlanini um at hava fulltíðar landsliðsvenjara, sigur FSF.
Skráin hjá kvinnulandsliðnum er í vár merkt av venjingum og vinardystum, og í heyst verður so farið undir at spæla Nations League á fyrsta sinni á kvinnusíðuni.