Gianluca Vialli er deyður, 58 ára gamal

Gianluca Vialli er deyður, 58 ára gamal
Ein av bestu italsku áleyparunum í fótbólti nakrantíð, Gianluca Vialli, er deyður, 58 ára gamal
Gianluca Vialli elskaði fótbólt og var sum hjálparvenjari við til at føra Italia til evropameistaraheitið í fótbólti í 2021. Nú er hann deyður
Mynd: Ritzau / Scanpix  
 
06.01.2023 - 11:53

Á sumri 2021 var hann partur av venjaratoyminum hjá Roberto Mancini, sum vann evropameistaraheitið í fótbólti við Italia. 

Nú er hann deyður, 58 ára gamla italska fótbóltslegendan Gianluca Vialli. 

 

Doyði av krabbameini

Vialli fekk í 2017 staðfest krabbamein í brisinum, men bleiv frískur aftur árið eftir. 

Men í desember 2021 kom sjúkan aftur, og hann mátti siga hjálparvenjarastarvið á italska landsliðnum frá sær. 

Tað var serliga sum áleypari fyri Sampdoria og Juventus, at Vialli gjørdi vart við seg í áttati- og nítiárunum. 

Vialli var við til at vinna italska meistaraheitið við Sampdoria í 1991 og Juventus í 1995, og í 1996 gjørdist hann higartil síðst Juventus-liðskiparin, sum hevur lyft Champions League-steypið. 

Gianluca Vialli var yrkisleikari í 19 ár frá gjøgnumbrotinum í Cremonese og inn til hann gavst í Chelsea í 1999. 

Samanlagt spældi han 673 dystir og gjørdi 259 mál .

Gianluca Vialli spældi eisini 59 landsdystir fyri Italia og skeyt 16 mál. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 18. januar
Jambalaja - 180125
186515
Leygardag 18. januar
Upp á tá - 170125
186510
Leygardag 18. januar
Morgunlestur leygardagur 18. januar 2025
186264
Fríggjadag 17. januar
Vikuskiftið 17 januar 2025
186483
Nýggjastu sendingar í SV