Koronutiltøk aftur galdandi í USA

Koronutiltøk aftur galdandi í USA
Frá 5. januar skulu øll, sum koma úr Kina til USA, kannast fyri koronu tveir dagar undan fráferð. 
Mynd: Mynd: Ritzau/Scanpix  
 
29.12.2022 - 08:34

USA setur nú koronutiltøk í verk móti ferðandi úr Kina.

Frá 5. januar skulu øll sum koma úr Kina til USA kannast fyri koronu tveir dagar undan fráferð. 

Tað siga amerikanskir heilsumyndugleikar, sambært Reuters.

Tiltakið er galdandi fyri vaksin og børn niður í tvey ára aldur.

Eisini Italia hevur sett í gildi koronutiltøk fyri Kina. 

Í Fraklandi hevur Emmanuel Macron forseti heitt á stjórnina um at umhugsa møgulig tiltøk, skrivar tíðindastovan BFM.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 1. februar
Jambalaja - 010225
187181
Leygardag 1. februar
Upp á tá - 310125
187177
Leygardag 1. februar
Vikan 1. februar 2025
187169
Leygardag 1. februar
Morgunlestur leygardagur 1. februar 2025
186659
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109