Ætlaði fyrst ikki at loyva yvirtøku

Ætlaði fyrst ikki at loyva yvirtøku
Í fyrstu atløgu ætlaði Kappingareftirlitið ikki at loyva Elding at keypa Power Føroyar, tí tað hevði beint fyri virknari kapping
Kappingareftirlitið hevði umsókn um yvirtøku í fýra mánaðir.
 
27.12.2022 - 09:12

Í fyrstu atløgu ætlaði Kappingareftirlitið ikki at loyva Elding at keypa Power Føroyar, tí tað hevði beint fyri virknari kapping.

Tað var fyribils niðurstøðan hjá eftirlitinum fyrst í desember.

Nú er kortini í lagi, at Elding yvirtekur Power Føroyar, sigur Kappingarráðið.

Niðurstøðan hjá Kappingarráðnum er grundað á nýggjar upplýsingar um, at Power Føroyar ætlaði at gevast á nýggjárinum, sama um yvirtøkan var noktað ella góðkend.

Broytir ikki kappingina

Kappingarráðið heldur tí, at yvirtøkan ikki broytir kappingarstøðuna nevnivert.

P/f SMS hevur boðað frá, at tað ikki longur vil lata fígging til Power Føroyar. Og virksemið hjá fyritøkuni ber seg ikki. 

Tí gevst smápartafelagið Power Føroyar 1.januar 2023.

Elding yvirtekur vørugoymsluna hjá felagnum. Hon er mett at vera 12 mió. kr. verd.

Power-ketan er tó framvegis áhugað at selja á føroyska marknaðinum, hevur Kappingareftirlitið fingið at vita.  

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 8. februar
Jambalaja - 080225
187525
Leygardag 8. februar
Upp á tá - 070225
187518
Leygardag 8. februar
Morgunlestur leygardagur 8.februar 2025
186656
Fríggjadag 7. februar
Vikuskiftið 7 februar 2025
187506
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369
Fríggjadag 7. februar
Heim, kæra heim (3:3)
187463
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371
Týsdag 4. februar
Veðrið
187342