- Tíðindi, mentan og ítróttur
Tvær kommunur fáa hjálp frá ungum
Fyri aðru ferð eru ungdómsumboð vald í Fuglafjarðar kommunu.
Fýra fólk eru vald, tey eru Mildrið Hammer Abrahamsen, Kaja Poulsdóttir Toftegaard, Henny Vík og Regin Taye Lassaberg. Tey eru vald fyri eitt ár.
Tey eru millum annað ráðgevar hjá leiðaranum hjá ungdómstilboðnum í kommununi og koma við uppskotum um ungdómsmál.
11 ung í Vágum
Vága kommuna hevur eisini fingið eitt ungdómsráð.
Í tí eru 11 fólk, sum umboða ítróttarfeløgini, frítíðarfeløgini, samkomur, skúlar og ungdómshúsið.
Harafturat var heitt á ung í kommununi um at stilla upp til ráðið, so onnur, sum ikki umboða ein felagsskap, eisini hava fólk í ráðnum.
Ætlanin er, at ungdómsráðið nakrar ferðir um árið hevur fund við borgarstjóran og við býráðið um mál, sum hava ávirkan á lívið hjá teimum ungu í Vága kommunu. Ungdómsráðið skal eisini hoyrast í slíkum málum.Í
Í Vága kommunu eru Dagmar Djónadóttir, Pætur Akselsen, Búi Falkvard Nielsen, Durita Vón Vidfeldt, Ísak Johannesen, Emma Vilhelmsdóttir, Vígdis Wang Jacobsen, Jóhanna L. Kjelnes, Lív Ina Wiberg, Sofía Heðinsdóttir og Markus Árnason Samuelsen í Ungdómsráðnum.
Í Fuglafirði eru Mildrið Hammer Abrahamsen, Kaja Poulsdóttir Toftegaard, Henny Vík og Regin Taye Lassaberg ungdómsumboð.