- Tíðindi, mentan og ítróttur
Trífaldur áhugi fyri Jobmatch
Trífaldur áhugi fyri Jobmatch
71 fyritøkur, kommunalir og almennir stovnar eru við á Jobmatch í ár
25.12.2022 - 12:47
71 fyritøkur, kommunalir og almennir stovnar eru við á Jobmatch, sum verður í Norðurlandahúsinum hósdagin, 29 desember.
Tað skrivar Syntesa, sum skipar fyri Jobmatch, í tíðindaskrivi.
Sambært fyriskiparunum er Jobmatch meira enn trífaldað síðan byrjað var at skipa fyri starvsstevnuni í 2011.
Tá vóru 21 fyritøkur og stovnar við.
Lítla arbeiðsloysið ger sítt til at áhugin er stórur fyri Jobmatch, siga fyriskipararnir, og eisini at koronufarsóttin ikki longur ger um seg. Seinastu tvey árini hevur Jobmatch verið á netinum og ikki í Norðurlandahúsinum sum vanligt.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV