Lívfiskastøðin góðkend

Lívfiskastøðin góðkend
Lívfiskastøðin hjá Bakkafrosti Farming í Skálavík hevur fingið umhvørvisgóðkenning
Tekning av Lívfiskastøðini í Skálavík.
 
23.12.2022 - 07:05

Lívfiskastøðin hjá Bakkafrosti Farming í Skálavík hevur fingið umhvørvisgóðkenning.

Ein lívfiskastøð elur lívfisk við tí endamáli at taka rogn, tá lívfiskurin er kynsbúgvin. 

Støðin fer at ala 300 tons um árið. 

Vatn verður tikið úr Núpsá, Ánni nýggju og Stórá. Støðin brúkar eisini sjógv.

Ikki treytaleyst

Um tað vísir seg, at útlátið frá smoltstøðini elvir til dálking, sum ikki er uttan týdning, kann Umhvørvisstovan krevja, at bøtandi atgerðir vera gjørdar, stendur í góðkenningini.

Eisini eru treytir um ampar av óljóði, lukti og øðrum.

Bakkafrost søkti fyrstu ferð um umhvørvisgóðkenning 19.november 2020.

Fyri einum ári síðani, 22.desember í fjør, var dagførd umsókn send. 

Avgerðin hjá Umhvørvisstovuni um umhvørvisgóðkenning kann kærast til landsstýriskvinnuna í umhvørvismálum í seinasta lagi 20.januar 2023. 

Kærurætt hava tey, sum avgerðin hevur ein serstakan, beinleiðis og persónliga týdning fyri. 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Sunnudag 20. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 1:2
190873
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190879
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878
Fríggjadag 18. apríl
Knútsfagnaður
190859
Fríggjadag 18. apríl
Eftir Vørðunum
190772
Fríggjadag 18. apríl
Guðstænasta úr Kvívíkar kirkju
190856
Hósdag 17. apríl
Útilív (5:6)
190791