Infantino missir íslendskan stuðul

Infantino missir íslendskan stuðul
Íslendska fótbóltssambandið, KSÍ, stuðlar ikki endurvalinum av FIFA-forsetanum, Gianni Infantino
Gianni Infantino handar Lionel Messi HM-steypið eftir finaluna í Katar
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
23.12.2022 - 11:10

Íslendska fótbóltssambandið, KSÍ, stuðlar ikki Gianni Infantino, sum stillar upp aftur til forsetavalið í FIFA, skrivar In.fo. 

Núverandi FIFA-forsetin er einasta valevni, og tí er eingin ivi um, at hann verður afturvaldur, tá aðalfundurin verður í Rwanda 16. mars.

Atfinningarnar ímóti Gianni Infantino hava verið nógvar - serliga í samband við HM í Katar - og tí hava fleiri av norðurlendsku londunum alment tikið stuðulin aftur.

Noreg, Danmark og Svøríki hava øll boðað frá, at tey ikki stuðla Gianni Infantino, og nú hevur Ísland gjørt tað sama. 

 Sambært fotbolti.net, sum in.fo endurgevur, sigur forsetin í KSÍ, Vanda Sigurgeirsdóttir, at tey ikki eru nøgd við leiklutin hjá Infantino undir HM-endaspælinum í Katar, har millum annað sýtt var liðum at gera politiskar markeringar við OneLove-liðskiparabondum.

Forsetin í føroyska fótbóltssambandinum, Christian Andreasen, segði við 3-2 síðst í november, at spurningurin ikki var viðgjørdur í FSF, men at tað var ósannlíkt, at FSF fór at taka stuðulin til Gianni Infantino aftur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 18. januar
Jambalaja - 180125
186515
Leygardag 18. januar
Upp á tá - 170125
186510
Leygardag 18. januar
Morgunlestur leygardagur 18. januar 2025
186264
Fríggjadag 17. januar
Vikuskiftið 17 januar 2025
186483
Nýggjastu sendingar í SV