- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ein heiður at gerast forkvinna í løgtinginum
Ein heiður at gerast forkvinna í løgtinginum
Bjørt Samuelsen fekk allar 33 atkvøðurnar, tá tingið valdi løgtingsforkvinnu

Bjørt Samuelsen er nýggj løgtingsforkvinna.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen
22.12.2022 - 11:21
Bjørt Samuelsen er onnur kvinnan, sum er vald til forkvinnu í løgtinginum.
Marita Petersen, sála, var løgtingsforkvinna í nítiárunum, og hon var eisini fyrsti kvinnuligi løgmaðurin.
Bjørt Samuelsen sigur, at Marita Petersen er ein av hennara politisku fyrimyndum.
- Tað er ein stórur heiður at gerast forkvinna í løgtinginum, sigur Bjørt Samuelsen, sum fekk allar 33 atkvøðurnar, tá løgtingið valdi løgtingskvinnu fyrrapartin.
Hoyr samrøðu, sum Hallur av Rana gjørdi við Bjørt Samuelsen í útvarpstíðindunum:
22122022_Bjort_logtingskvinna
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV