Ikki loyvt at innflyta góðgæti við heilivági í

Ikki loyvt at innflyta góðgæti við heilivági í
Slíkt góðgæti verður m.a. nýtt til klænkievni og at sova av
Slimming gummies er eitt slag av góðgæti við heilivági í, sum ikki er loyvt at innflyta ella keypa.
 
20.12.2022 - 10:26

Ikki er ikki loyvt at innflyta ella keypa góðgæti, sum heilivágur er í.

Tolleftirlitið sigur, at tað kemur stundum fram á postsendingar við sonevndum "sleep gummies" ella "sleeping gummies," sum hetta góðgætið eisini verður kallað. 

Hetta er góðgæti, sum ymisk evni eru latin í til at sova av. 

Líkt góðgæti verður eisini brúkt til annað, eitt nú sum klænkievni. 

 

Apoteksverkið einkarrætt

Sum klænkievni verður tað ofta nevnt "slim gummies," "slimming gummies," "skinny gummies" ella "weight loss gummies."

Apoteksverkið sigur, at í slíkum góðgæti kann vera heilivágur sum melatonin og cannabi-diol, og tá er ikki loyvt at keypa góðgætið á til dømis netinum og fáa tað sent til Føroya.

Bara Apoteksverkið kann innflyta heilivág.

Finna tollarar slíka vøru, verður hon ikki útflýggjað, men fyribeind, sigur Tolleftirlitið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 1. februar
Jambalaja - 010225
187181
Leygardag 1. februar
Upp á tá - 310125
187177
Leygardag 1. februar
Vikan 1. februar 2025
187169
Leygardag 1. februar
Morgunlestur leygardagur 1. februar 2025
186659
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109