Argentina er heimsmeistari

Argentina er heimsmeistari
Í eini hendingaríkari HM-finalu við seks málum, umdysti og brotssparkskapping eydnaðist Argentina at vinna á Fraklandi
Mynd: Ritzau / Scanpix  
 
18.12.2022 - 19:05

Samstundis kundi 35 ára gamli Lionel Messi, ið akkurát ikki var føddur, tá ið Argentina vann HM síðstu ferð fyri 36 árum síðani, umsíður stíga úr skugganum av Diego Maradona, sála.

Messi var longu søguligur, tá ið HM-finalan varð bríkslað í gongd, tí hann er nú tann spælarin av øllum, ið hevur spælt flestar HM-dystir. Hetta var hansara dystur nummar 26, sum er ein fleiri, enn týskarin Lothar Matthäus spældi í síni tíð.

Bæði Frakland og Argentina høvdu í dag møguleikan at vinna sítt triðja heimsmeistaraheiti, men tá ið ástóð at enda, var tað Argentina, ið átti munin í brotssparkskappingini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 18. januar
Jambalaja - 180125
186515
Leygardag 18. januar
Upp á tá - 170125
186510
Leygardag 18. januar
Morgunlestur leygardagur 18. januar 2025
186264
Fríggjadag 17. januar
Vikuskiftið 17 januar 2025
186483
Nýggjastu sendingar í SV