- Tíðindi, mentan og ítróttur
Marokko skrivaði fótbóltssøgu
HM-endaspælið hevur borðreitt við fleiri óvæntaðum úrslitum. Men Marokko skapti í dag tað mest óvæntaða, tá afrikanska landið vann á stórfavorittunum úr Portugal í fjórðingsfinaluni.
Harvið skrivaði Marokko eisini fótbóltssøgu, tí landið gjørdist bæði fyrsta liðið úr Afrika, men eisini fyrsta islamska og arabiska liðið, sum hevur spælt seg í eina hálvfinalu í heimsmeistarakappingini í fótbólti.
Einsamalla málið í dystinum skoraði Youssef En-Nesyri í 42. minutti, tá hann í besta Michael "Air" Jordan-stíli leyp upp um bæði verjuna og málverjan hjá Portugal og stútaði bóltin í málið.
Sterk verja vísti vegin
So vóru góð ráð dýr hjá Portugal, tí spælið koyrdi slett ikki hjá dugnaligu bóltsnillingunum í fyrra hálvleiki.
Marokko hevur sterkastu verju í HM-endaspælinum, tí tað er næstan ógjørligt at skora móti liðnum. Og soleiðis var eisini í fjórðingsfinaluni móti Portugal.
Leikararnir úr Marokko vardu manniliga, og hvørja ferð teir fingu møguleikan, so royndu teir at koma fram og skora næsta málið.
Ronaldo
Heimsstjørnan Cristiano Ronaldo byrjaði enn einaferð á bonkinum hjá Portugal.
Men venjarin hjá Portugal, Fernando Santos, gjørdi skjótt av í seinna hálvleiki og setti heimsstjørnuna á vøllin beinanvegin, men líka lítið hjálpti tað.
Leikararnir úr Marokko bardust sum leyvur allan dystin, og sjálvt tá mest royndu leikararnir á liðnum, eitt nú Hakim Ziyech og Romain Saiss, noyddust av vøllinum við skaðum, so stríddust ungu avloysararnir manniliga víðari.
Sjálvt ikki tá innskifti áleyparin Walid Cheddira bleiv vístur av vøllinum, broytti tað nakað.
Samanhaldið og vilji vann
Venjarin hjá Portugal, Fernando Santos, royndi alt, og blakaði allar teir álopssinnaðu leikararnar, ið hann hevði á bonkinum, á vøllin, men einki vildi rigga hjá Portugal.
Um sterka verjan hjá Marokko ikki kláraði at verja fyri, so stóð frálíki málverjin Bono fyri.
Samanhaldið, viljin og sterki liðandin hjá Marokko sigraði at enda á talentinum hjá Portugal.
Marokko er í hálvfinaluni, og tað er fult uppiborið, tí liðið hevur sligið Belgia, Spania og nú Portugal úr HM-endaspælinum.