Umrøða kapellið við bisp

Umrøða kapellið við bisp
Ætlanin hevur annars verið at lata kapellið uppaftur, sigur stjórin á Landssjúkrahúsinum
Kapellið á Landssjúkrahúsinum hevur verið stongt í hálvt triðja ár, men ætlanin hevur verið at lata tað uppaftur.
 
30.11.2022 - 13:30

Leiðslan á Landssjúkrahúsinum hevur ikki havt ætlanir um at steingja kapellið.

Tað sigur Steinar Eirikstoft, stjóri á landssjúkrahúsinum.

Hann sigur, at kapellið hevur verið afturlatið í hálvt triðja ár. Fyrst vegna koronu og síðani vegna umbyggingar, sum hava samband við samanbyggingina við nýggja H-bygningin.

 

Steinar Eirikstoft er stjóri á Landssjúkrahúsinum. 

- Ætlanin hevur verið at lata kapellið uppaftur, men eftir at hava hoyrt málið umrøtt í útvarpinum í gjár, hava vit í morgun sett okkum í samband við bisp um at gera eina ætlan fyri framtíðina av kapellinum, sigur sjúkrahúsleiðslan. 

Jógvan Fríðriksson, bispur, heldur, at lítil tørvur er á kapellinum á Landssjúkrahúsinum til jarðarferðir.

Hann segði soleiðis í útvarpinum í gjárkvøldið:

 

30112022_Bispur_um_kapell


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju.
190898
Mánadag 21. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 2:2
190874
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Sunnudag 20. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 1:2
190873
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
190896
Mánadag 21. apríl
Anna FD 564
190890
Mánadag 21. apríl
Andakt
190889
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878
Fríggjadag 18. apríl
Knútsfagnaður
190859