- Tíðindi, mentan og ítróttur
40-50 arbeiðsfólk á kryvjivirkinum í Vági farin í ALS
40-50 arbeiðsfólk á kryvjivirkinum í Vági farin í ALS
Einki arbeiði er á virkinum í løtuni, og arbeiði verður ikki aftur fyrr enn í fyrsta lagi í januar
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/vlcsnap-2020-01-13-09h44m56s681.png?itok=jyi8_u08)
Einki arbeiði er á kryvjivirkinum hjá Bakkafrosti í Vági, og flestu starvsfólkini á virkinum eru farin í fiskavirkisskipanina hjá ALS. (Savnsmynd)
25.11.2022 - 13:01
Tey 40 til 50 arbeiðsfólkini á kryvjivirkinum hjá Bakkafrosti í Vági hava einki arbeiði í løtuni. Arbeiði verður ikki aftur har fyrr enn í fyrsta lagi í januar.
Flestu starvsfólkini eru tí farin í fiskavirkisskipanina hjá ALS.
Steðgur er í arbeiðnum, tí tað viðrar ikki at flyta laks til Vágs, og brunnbáturin, ið flytur fisk til kryvjivirkið, er eisini bundin av øðrum uppgávum.
- Starvsfólkini áttu at fingið meira enn tað, sum ALS rindar teimum, sigur Johan Augustinussen, formaður í arbeiðsmannafelagnum Framtíðini í Vági.
Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:
25112022_Bakkafrost_til_net
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV