Týska landsliðið hartar FIFA fyri munnkurv

Týska landsliðið hartar FIFA fyri munnkurv
Týsku spælararnir hildu fyri munnin, tá liðmyndin varð tikin áðrenn dystin ímóti Japan sum tekin um, at teir hava fingið munnkurv frá altjóða fótbóltssamgonguni, FIFA
Týska landsliðið hartaði FIFA fyri munnkurv áðrenn dystin ímóti Japan
Mynd: RitzauScanpix  
 
23.11.2022 - 13:42

Týsku landsliðsspælararnir høvdu hendurnar fyri munnin, tá liðmyndin varð tikin undan dystinum ímóti Japan, sum byrjaði fyri løtu síðan, skrivar The Mirror. 

Hetta gjørdu teir sum tekin um, at teir halda, at altjóða fótbóltssamgongan, FIFA, hevur givið teimum munnkurv við millum annað ikki at loyva liðskiparanum, Manuel Neuer, at bera OneLove-liðskiparabandið sum stuðul til LGTBQ+ felagsskapin. 

Týsku heimsstjørnurnar hitaðu eisini upp í venjingarbúnum við ælabogalittum ermum. Týskland er eitt av teimum sjey londunum, sum høvdu ætlanir um, at bera OneLove-liðskiparabandið í umstrídda endaspælinum í Katar.

Beint eftir dystarbyrjan skrivaði týska fótbóltssambandið: - Vit vildu brúka liðskiparabandið at vísa á tey virðir, sum vit standa fyri á týska liðnum: fjølbroytni og felags virðing. Saman við øðrum tjóðum vildu vit vera hoyrd.

 - Hetta snúði seg ikki ein politiskan boðskap. Mannarættindi skulu vera sjálvsøgd, men soleiðis tykist tað ikki at vera. Tí hevur hesin boðskapurin týdning fyri okkum. At taka liðskiparabandið frá okkum er at taka røddina frá okkum.

Týski miðilin, Bild, skrivaði týsdagin, at týska fótbóltssambandið, DFB, ætlar at fara í ítróttardómstólin, Court of Arbitration for Sport við málinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 18. januar
Jambalaja - 180125
186515
Leygardag 18. januar
Upp á tá - 170125
186510
Leygardag 18. januar
Morgunlestur leygardagur 18. januar 2025
186264
Fríggjadag 17. januar
Vikuskiftið 17 januar 2025
186483
Nýggjastu sendingar í SV