Jóannes fylgir Mikkjali til Fredrikstad

Jóannes fylgir Mikkjali til Fredrikstad
Jóannes Bjartalíð fylgir fyrrverandi KÍ-venjaranum, Mikkjali Thomassen, til Fredrikstad FK. Tað kunngjørdi norska 2. deildarfelagið fyri løtu síðan
Jóannes Bjartalíð skiftir nú bláu KÍ-blusuna út við ta hvítu hjá Fredrikstad
Mynd: fredrikstadfk.no  
 
23.11.2022 - 11:01

Jóannes Bjartalíð fylgir Mikkjali Thomassen til Fredrikstad FK í næstbestu norsku deildini.

Bolt.fo skrivaði í gjár, at Jóannes Bjartalíð, sum hevur verið ein av bestu miðvallarunum í føroyskum fótbólti síðstu árini, var seldur til Fredrikstad, og nú váttar norska felagið keypið.

Álopshugaði miðvallarin, sum fyri kortum var valdur til ársins landsliðsspælara, hevur skrivað undir trý ára sáttmála við Fredrikstad.

 - Eg eri bæði glaður og errin av at hava skrivað undir við FFK. Hetta er ein dreymur, og eg gleði meg at byrja upp á ein nýggjan kapittul her í Fredrikstad, sigur Jóannes Bjartalíð við heimasíðuna hjá norska felagnum.

Í gjár kunngjørdi KÍ, at 42 ára gamli Magne Hoseth verður nýggjur venjari í Klaksvík, men norðmaðurin verður noyddur at klára seg uttan miðvallaran, sum kanska hevur verið týdningarmesti spælarin hjá KÍ seinastu nógvu árini.

 - Bjartalíð er eldhugaður og ágangandi í sínum spæli og hevur eina orku og dirvi, sum smittar av. Hann er rennistyrki, álopsdygdir og eitt vinstrabein við krúti í, sigur ítróttarstjórin, Joacim Heier.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 18. januar
Jambalaja - 180125
186515
Leygardag 18. januar
Upp á tá - 170125
186510
Leygardag 18. januar
Morgunlestur leygardagur 18. januar 2025
186264
Fríggjadag 17. januar
Vikuskiftið 17 januar 2025
186483
Nýggjastu sendingar í SV