- Tíðindi, mentan og ítróttur
Váðasteinur og Borðoyarnes á tvingsilssølu
Føroya Fútarættur boðar í bløðunum um vikuskiftið frá, at tvey línuskip verða lýst á tvingsilssølu. Talan er um Váðastein, sum hoyrir heima á Toftum, og Borðoyarnes, sum er skrásettur í Klaksvík.
Fyrireikandi tvingsilssølufundur fyri bæði skipini verður á Dómaraskrivstovuni fríggjadagin 6. januar klokkan 11. Sjálv tvingsilssølan er sett til fríggjadagin 20. januar klokkan 10 á Dómaraskrivstovuni.
Tvingsilssølan er umbiðin av Óla Jákup Kristoffersen, advokati.
Útvarpið hevur tosað við Óla Jákup Kristoffersen, men hann hevur ikki so nógv at siga beint nú.
- Allar upplýsingar um fíggjarstøðu og líknandi hjá skipunum báðum verða tøkar til fyrireikandi tvingsilssølufundin, sigur hann.
Borðoyarnes er smíðaður á Skála skipasmiðju í 1963. Hann æt upprunaliga Strandingur.
Hava fiskiloyvi
Spurdur, um fiskiloyvini hjá Váðasteini og Borðoyarnesi verða seld saman við línuskipunum báðum, er svarið tað sama.
- Tað finna tey áhugaðu, sum møta á fundinum, útav fríggjadagin 6. januar.
Tað ber tó longu nú til at síggja søluuppstilling og onnur líknandi skjøl. Áhugað kunnu venda sær til fútarættin, verður upplýst í lýsingini frá rættinum.
Tað er í hesum tíðum ikki á hvørjum degi, at skip verða lýst á tvingsilssølu. Óla Jákup Kristoffersen hevur ofta staðið fyri slíkum sølum, men hann sigur, at tað eri í minsta lagi fimm ár - kanska enn fleiri - síðani, at hann tók sær av tvingsilssølu seinast.
Váðasteinur er smíðaður á Tórshavnar skipasmiðju í 1977, meðan Borðoyarnes er smíðaður á Skála skipasmiðju í 1963. Hann æt upprunaliga Strandingur.