- Tíðindi, mentan og ítróttur
NSÍ argast inn á landsliðsvenjaran
Um Klæmint Andrasson Olsen skal halda fram á landsliðnum í 2023, verður hann noyddur at skifta felag.
Tað segði landsliðsvenjarin, Håkan Ericson, við Dimmalætting fríggjadagin.
Tað hevur fingið ilt í starvsnevndina hjá NSÍ, sum í skrivi á Facebook finst at útsøgnini hjá landsliðsvenjaranum.
- Nevndin metir, at tað er sera óheppið, at landsliðsvenjarin alment heitir á ein leikara um at skifta felag, skrivar heimasíðan hjá NSÍ.
- Føroyingar hava javnan kjakast um landsliðsúttøkurnar, og tað er natúrligt. Kann ein leikari spæla við triðbestu deildini í Norra? Kann ein skaddur leikari vera í hópinum? Kann ein leikari uttan felag spæla við landsliðnum? spyr NSÍ í skrivinum.
Stigið í 1. deild ikki nóg høgt
Klæmint Andrasson Olsen hevur veruliga gjørt vart við seg í landsliðnum síðstu árini. Hann eigur í løtuni málmetið fyri Føroyar saman við Rógva Jacobsen, sum er 10 mál, og framherjin, sum hevur spælt 52 landsdystir, hevur sagt, at hann fegin vil hava mál nummar ellivu.
Håkan Ericson hevur eisini víst Klæminti Andrassyni Olsen stórt álit og givið honum nógva spælitíð, men í samrøðuni við Dimmalætting sigur landsliðsvenjarin, at um NSÍ-framherjin heldur fram í Runavík næsta kappingarár, verður hann neyvan tikin út til landsliðið.
- Við allari virðing fyri NSÍ og Klæminti, so er støðið í 1. deild í Føroyum ikki nóg gott til at varðveita landsliðsplássið. Skal Klæmint enn spæla á landsliðnum, so er hann noyddur at skifta felag til komandi kappingarár, og tað havi eg eisini greitt honum frá, segði landsliðsvenjarin við Dimmalætting.
Nakrir mánaðir í næstbestu deildini broyta einki
Hesum tekur NSÍ ikki undir við. Felagið, sum skifti nevnd fyri kortum, sigur seg vera í eini spennandi tilgongd, har bygnaðurin í felagnum verður endurskoðaður.
- Hesi almennu boðini frá landsliðsvenjaranum koma sera illa við í fyrireikingunum hjá NSÍ. Nakrir mánaðir í næstbestu deildini broyta einki. Venjingarstøðið verður tað sama, og besta mansliðið verður eftir ætlan aftur at síggja í toppinum av føroyskum fótbólti innan eitt ár, skrivar felagið.
Í fjør skrivaði Klæmint Andrasson Olsen undir nýggjan tvey ára sáttmála við NSÍ, sum hann hevur umboðað í bestu deildini í eini 15 ár.