Viljormur Davidsen gevst í Helsingborg IF

Viljormur Davidsen gevst í Helsingborg IF
Virkandi liðskiparin á A-landsliðnum í fótbólti, 31 gevst í svenska Helsingborg IF, har hann eisini hevur verið liðskipari
Viljormur Davidsen, ið er virkandi liðskpari á landsliðnum, skal hava nýtt felag
Mynd: Hans Erik Danielsen ,FSF  
 
03.11.2022 - 20:55

Herfyri gjørdist greitt, at svenska felagið hjá Viljormi Davidsen og Brandi Henrikssyni Olsen, Helsingborg IF, ikki kláraði at bjarga sær tilveruni í bestu svendsku deildini, Allasvenskan. 

Nú er eisini greitt, at Viljormur Davidsen, ið bæði er virkandi liðskipari á føroyska A-landsliðnum og hevur verið liðskipari í Helsingborg IF, gevst í felagnum. 

Hetta boðar Helsingborg IF frá í kvøld. 

 

 

Sambært Viljormi Davidsen, ið hevur verið liðskipari í Helsingborg IF, so er niðurflytingin orsøkin til skilnaðin. 

"Eg havi havt eina sertreyt í mínum sáttmála, at bæði felagið ella eg høvdu møguleika at uppsiga sáttmálan, tí eg havi havt ein fíggjarliga sera góðan sáttmála. Nú felagið er flutt niður, so gjørdist eg ov lønartungur hjá felagnum, so vit eru komin ásamt um, at eg gevist í felagnum 1. januar," sigur Viljormur Davidsen, ið tó ikki hevur eitt øvugt orð at siga um Helsingborg IF.  

"Soleiðis er fótbóltur onkuntíð, og eg velji heldur at venda tað til nakað positivt. Tað hevur verið ein framíhjárættur at sleppa at vera liðskipari í bestu fótbóltsdeildini í Svøríki, og at hava spælt allar dystirnar á tamb. Nú verður spennandi at vita, hvat framtíðin hevur at bjóða," sigur virkandi liðskiparin á A-landsliðnum, Viljormur Davidsen. 

 

Vil gjarna halda fram í útlandinum

Um nakar væntar, at Viljormur Davidsen, ið flutti av landinum sum 15 ára gamal at elta fótbóltsdreymin, nú er mettur av fótbólti og tískil vendir nøsina heimeftir aftur, sum mugu hesi vænta umaftur. 

"Eg fari at royna at halda fram við at spæla uttanlands, og kanska royna okkurt uttanfyri Skandinavia. Eg havi fingið onkran fyrispurningar úr bestu skandinavisku deildunum, og eg eri opin fyri tí mesta, " sigur ein vónríkur Viljormur Davidsen, ið náddi at umboða Helsingborg IF í 28 dystir. 

Hvussu verður við hinum føroyska landsliðsleikaranum í Helsingborg IF, Brandi Henrikssyni Olsen, ið er skaddur í løtuni, er óvist. Sum skilst, so gongur sáttmálin hjá Brandi eisini út nú. 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 29. november
Morgunlestur fríggjadagur 29.november 2024
184108
Hósdag 28. november
RagnarRokk 28.november 2024
183843
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 29. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184321
Hósdag 28. november
Kanst tú siga farvæl? (1:2)
184255
Mikudag 27. november
Kanst tú siga farvæl? (2:2)
184254
Mikudag 27. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184234
Mikudag 27. november
Fólksins rødd 4:4 - teknmálstulkað
184221