Fallandi áhugi fyri fólkatingsvalinum í Grønlandi

bannari
Fallandi áhugi fyri fólkatingsvalinum í Grønlandi
Á fólkatingsvalinum í 2019 var bara annarhvør grønlendingur við valrætti og setti krossin, og valluttøkan í Grønlandi var bara 48,2 prosent.
 
23.10.2022 - 14:31

Eins og í Føroyum, skulu veljararnir í Grønlandi um eina góða viku velja síni tvey umboð í danska fólkatingið, men í mun til føroysku flokkarnar, har 17 valevni stilla upp, hóast eingin flokkur kann rokna við at fáa meira enn eitt fólk valt, eru grønlendingar eitt sindur meira veruleikakendir í uppstillingini.

Tá ið uppstillingarfreistin var úti, vóru tilsamans 15 valevni stillað upp. Tað eru flokkarnir Naleraq, Atassut, Siumut, Demokraatit og Inuit Ataqatigiit, ið stilla millum tvey og fýra valevni upp, og so er eisini eitt valevni uppstillað uttanfloks.

Áhugin fyri fólkatingsvalinum er so sum so í Grønlandi, og síðstu fýra fólkatingsvalini síðani 2007 hevur valluttøkan verið alsamt fallandi.

Ein munandi orsøk til tað er, at síðani vit hava fingið heimastýri og sjálvstýri, verða alt fleiri avgerðir tiknar her í Grønlandi, sigur samfelagsgranskarin, Birger Poppel, ið starvast á grønlendska fróðskaparsetrinum, við kringvarpið KNR. Samstundis heldur hann, at áhugin kann vera eitt sindur størri hesa ferð, nú meira fokus er á Grønlandi og Arktis:

Økti trygdarpolitiski áhugin og størri leikluturin hjá Grønlandi í Arktis kann kanska gera, at áhugin fyri fólkatingsvalinum verður størri, og fleiri fara á val, sigur Birger Poppel.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 25. januar
Jambalaja - 250125
186859
Leygardag 25. januar
Vikan 25. januar 2025
186848
Leygardag 25. januar
Upp á tá - 240125
186847
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. januar
Veðrið
186817
Hósdag 23. januar
Heim, kæra heim (1:3)
186749
Týsdag 21. januar
Veðrið
186636
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
186535
Leygardag 18. januar
Andakt við Silasi Olofson - teknmálstulkað
186519