![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/myndasavn-width/public/vlcsnap-2022-09-02-09h22m43s986.png?itok=L8VqEgmV)
- Tíðindi, mentan og ítróttur
Føroysku bilasølurnar hava størri vinning enn tær donsku
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/fullsizeoutput_1b8d.jpeg?itok=6J7-t4VG)
Føroysku bilasølurnar taka meiri í vinningi fyri nýggjar bilar, enn donsku bilasølurnar gera, vísir ein frágreiðing hjá Kappingareftirlitinum.
Kappingareftirlitið sigur, at hagtølini benda á, at seinastu árini er tað vorðið dýrari at keypa nýggjar bilar í Føroyum, og at príshækkingin á akfarskeypi hevur verið munandi størri enn vanligi prísvøksturin í Føroyum.
Terje Sigurðsson er deildarstjóri í Kappingareftirlitinum.
Samlaði bruttovinningurin í bilasøluvinnuni í Føroyum er støðugt hækkaður seinastu árini.
í 2011 var bruttovinningurin 65 milliónir krónur, men í 2021 var hann 168 milliónir krónur. Bruttovinningurin er sostatt hækkaður umleið 2,5 ferðir eftir 10 árum.
Hoyr samrøðu við Terja Sigurðsson, deildarstjóra í Kappingingareftirlitinum, í útvarpstíðindunum: