Fakfeløg: Endamálið við skattalættanum ikki rokkið

Fakfeløg: Endamálið við skattalættanum ikki rokkið
Løntakari, sum forvinnur 235.000 krónur um árið, fær bara 400 krónur í skattalætta, vísa útrokningar hjá Fakfelagssamstarvinum
Súni F. Selfoss er formaður í Starvsfelagnum.
 
18.10.2022 - 13:07

Endamálið við skattalættanum hjá samgonguni verður als ikki rokkið. 

Tað skrivar Fakfelagssamstarvið í tíðindaskrivi.

Fakfelagssamstarvið hevur gjørt nakrar útrokningar.

Tær vísa, at ein løntakari, sum forvinnur 235.000 krónur um árið, einans fær 400 krónur í skattalætta. 

Eigur viðkomandi hinvegin tvey børn, so fær hann 3.900 krónur í skattalætta um árið.

 

 

Súni F. Selfoss er formaður í Starvsfelagnum, eitt av teimum sjey feløgunum í Fakfelagssamstarvinum:

 

18102022_Fakfelagssamstarv

 

Í Fakfelagssamstarvinum eru Starvsfelagið, Føroya Lærarafelag, Føroya Pedagogfelag, Akademikarafelag Føroya, Heilsuhjálparafelag Føroya, Havnar Arbeiðskvinnufelag og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 30. november
Morgunlestur leygardagur 30.november 2024
184109
Fríggjadag 29. november
Vikuskiftið 29 nov 2024
184410
Fríggjadag 29. november
Breddin: Fráflyting og altingsval
184380
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 30. november
Kanst tú siga farvæl? (1:2) - teknmálstulkað
184426
Leygardag 30. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184422
Fríggjadag 29. november
EM-endaspælið: Føroyar - Sveis
184417
Fríggjadag 29. november
Veðrið
184408
Fríggjadag 29. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184321