- Tíðindi, mentan og ítróttur
Hava víðkað sonuna til alt landið
- Tað var ein meting innanhýsis í Heilsufrøðiligu starvsstovuni, og ikki nakar nýggjur tilburður, sum gjørdi, at sonan fyri fuglakrím varð víðkað úr Havnadali til allae Føroyar, har fólk, sum hava heimafugl, skuldu vera sera varin.
Tað sigur Lars Mohr Nielsen, embætisdjóralækni á Heilsufrøðiligu starvsstovuni:
Lars Mohr Nielsen er embætisdjóralækni á Heilsufrøðiligu starvsstovuni.
Á einari trøð við Villingardalsvegin í Havn gongur Píl Reinert og gevur dunnunum og hinum heimafuglunum, sum hon hevur.
Hon er ikki heilt ekkaleys, nú Heilsufrøðiliga Starvstovan hevur lýst allar Føroyar sum eitt øki.
Píl Reinert hevur umleið 80 heimafuglar, dunnur, gæs og høsn, á trøðni við Villingadalsvegin.