- Tíðindi, mentan og ítróttur
Bók frá fregnartænastuovasta er ein bumba í valstríðnum
Í gjár kom bókin hjá fyrrverandi stjóranum fyri fregnartænastuna hjá donsku verjuni, Lars Findsen.
Í henni staðfestir Lars Findsen, at málið er politiskt, at fregnartænastan hjá donsku løgregluni beyð honum linari revsing, um hann gav teimum nøvn á keldum hjá sær, og hann hevði fleiri samanbrestir við aðalstjóran í forsætismálaráðnum, Barbaru Bertelsen.
Krevja kanningarnevnd
Bókin "Spionchefen - endurminningar úr kliva nr. 18" er so mikið stór bumba í valstríðnum, at allir flokkar á bláa veingi og Moderaterne longu hava kravt, at kanningarnevnd skal setast at kanna málið.
Mette Mayli Albæk hevur skrivað bókina.
Hon arbeiðir sum gravandi journalistur á Jyllands-Postinum, men í mai mánaði fór hon undir at skriva bókina um mest umrødda njósnaramál í donsku søguni.
Fyri at tryggja sær, at eingin skuldi fáa atgongd til tilfarið, skrivaði hon bara á eini teldu, sum ikki var knýtt í internetið.
- Eg haldi, at allir journalistar, sum gera samrøðu við fólk, ið hevur verið undir fullkomnum eftirliti, taka varsemisráð. Eg havi ongan hug at vera undir eftirliti, sigur Mette Mayli Albæk við DR.
At arbeiða uttan fyri internetið, gav henni størri avbjóðingar. Hon mátti keypa prentara, sum kann prenta, uttan at vera knýttur í internetið.
Mette Mayli Albæk hevur skrivað bókina um Lars Findsen. (Mynd: Ritzau Scanpix)
Skrivaðu við hond
- Eg havi gjørt 27 uppskot um bókina, sum eg havi givið Lars Findsen, og har hann hevur skrivað viðmerkingar í við hond, og tað hava redaktørurin og forlagsstjórin eisini. Alt er gjørt við hond.
Orsøkin til, at arbeiðið við bókini hevur verið so loyniligt, er, at segði Lars Findsen, at bókin ikki skuldi gevast, so varð útgávan slept.
- Hevur tú fyrst tosað um bókina, so kann tað elva til fleiri gitingar um, hví bókin ikki skuldi gevast út, sigur Mette Mayli Albæk við DR.
Í bókini eru fleiri álop á danskar politikarar og embætisfólk, og eingi skjalprógv fyri ákærurnar eru í bókini. Mette Mayli Albæk sigur, at tað hevur verið stór uppgáva at royna at kanna øll uppáhaldini, har tað ber til.
- Eg havi nógvar kritiskar spurningar, sum síggjast í bókini, sigur journalisturin.
Lars Findsen var latin leysur í februar. Nú er hann ákærdur í málinum. (Mynd: Ritzau Scanpix)
Seks ákærur
Talan er um minnisrit, sum tekur støði í, hvussu Lars Findsen upplivir málið.
Lars Findsen er ákærdur fyri at hava brotið lógina í seks førum: at hann hevur likið ríkisloyndarmál, ella aðrar loyniligar upplýsingar, fyri seks fólkum, teirra millum eru tveir journalistar, skrivar DR.
Findsen varð handtikin og varðhaldsfongslaður tíðliga í desember í fjør.
Hann var latin leysur í februar, men hann var framvegis skuldsettur, og nú er hann ákærdur í málinum.