- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kirkjuskattur er ikki gáva
Kirkjuskattur er ikki ein gáva, tá felagsskapir, stovnar og grunnar fáa meirvirðisgjaldið fyri íløgur afturgoldið, sigur TAKS.
Sambært lógini um meirvirðisgjald kunnu felagsskapir, stovnar og grunnar, sum gera íløgu fyri meira enn eina millión krónur uttan meirvirðisgjald, fáa meirvirðisgjaldið afturrindað.
Men treytin er, at í minsta lagi 33 prosent av íløgukostnaðinum uttan meirvirðisgjald skulu vera fingin til vegar sum eitt nú gáva.
Ein gáva er eitt virði, ofta peningur, sum verður givið uttan treytir og uttan at fáa nakað afturfyri enn gleðina við at geva, sigur TAKS.
Kirkjuskattur og onnur limagjøld eru ikki gáva í sambandi við, at meirvirðisgjald verður afturgoldið, sigur TAKS.
Kirkjuskattur kann tí ikki vera partur av teimum 33 prosentum, tá gjørt verður upp, um felagsskapir, stovnar og grunnar kunnu fáa afturrindað meirvirðisgjald fyri íløgur.
Limagjald er ikki ein gáva, tí tey verða latin afturfyri at fáa ein limaskap, sigur TAKS.