- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fuglafjørður og Klaksvík størstu útreiðslur fyri hvørt fólkið
Fuglafjarðar kommuna og Klaksvíkar kommuna hava størstu útreiðslur fyri hvørt fólkið, upplýsir Hagstovan.
Í Fuglafirði er talan um 75.000 krónur og í Klaksvík um stívliga 72.000 kr.
Niðast á hesum lista við teimum 29 kommununum er Sumba við næstan helvtini av rakstrar- og íløguútreiðslunum fyri fólkið samanborið við Fuglafjørð og Klaksvik.
2,1 milliard tilsamans
Í fjør kostaði raksturin hjá teimum 29 kommununum tvær milliardir og 102 milliónir krónur, tað eru 135 milliónir meira enn í 2020.
Íløgur kostaðu 660,5 mió. kr., næstan 300 milliónir minni enn í 2020.
Og kommunurnar fingu tvær milliardir og 705 mió. kr. í skatti og avgjøldum í fjør, tað eru góðar 18 milliónir meira enn í 2020.