Taka gamla bakaríið niður

Taka gamla bakaríið niður
Í hesum mánaðinum verður royndargrivið undir bygningunum fyri at kanna lendið, nú ætlanin er gera parkeringskjallara har
Nú verða gomlu bygningarnir, har bakaríið hjá Frants Restorff helt til, tiknir niður.
 
11.10.2022 - 08:45

Bygningarnir, har gamla bakaríið hjá Frants Restorff helt til í miðbýnum í Havn, verða nú tiknir niður.

Partafelagið HVT, sum er heildararbeiðstakari, hevur sent grannunum eitt skriv, har kunnað verður um tað, ið fer at henda í næstum.

Í hesum mánaðinum verður royndargrivið undir bygningunum fyri at kanna lendið, nú ætlanin er gera parkeringskjallara har.

Seinni í ár verður hegn sett upp uttan um byggiplássið.

 

Taka niður í november

Og í november verður farið at taka gomlu bygningarnar niður.

Væntast kann, at hetta fer at órógva grannalagið í ávísan mun, eisini ferðsluna í økinum, stendur í skrivinum til grannarnar.

Nær stóri íbúðarbygningurin, sum skal byggjast á økinum, er liðugur, verður einki nevnt um í skrivinum frá HVT.

 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 25. januar
Jambalaja - 250125
186859
Leygardag 25. januar
Vikan 25. januar 2025
186848
Leygardag 25. januar
Upp á tá - 240125
186847
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. januar
Veðrið
186817
Hósdag 23. januar
Heim, kæra heim (1:3)
186749
Týsdag 21. januar
Veðrið
186636
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
186535
Leygardag 18. januar
Andakt við Silasi Olofson - teknmálstulkað
186519