Reiðarar ætla í Hægstarætt við málinum um manningar og kvotur

Reiðarar ætla í Hægstarætt við málinum um manningar og kvotur
Eystari landsrættur broytti í september dómin hjá Føroya rætti, og nú vil Reiðarafelagið sleppa í Hægstarætt, tí málið er prinsipielt
Procesbevillingsnævnet brúkar 14 til 16 vikur at viðgera umsóknir um at sleppa at royna mál í Hægstarætti.
 
11.10.2022 - 12:00

Reiðarafelagið hevur biðið Procesbevillingsnævnet um loyvi at sleppa í Hægstarætt við rættarmálinum um manningar og kvotur.

Tað var í lagi, segði Landsrætturin, tá landsstýrið í 2016 avgjørdi, at manningarnar ikki skuldu gjalda sín part av kvotunum á royndaruppboðssølum í 2016.

Eystari landsrættur broytti tí í september dómin hjá Føroya rætti.

Føroya rættur segði í januar í fjør, at Fiskimálaráðið gjørdi seg inn á sáttmálan hjá manningarfeløgum og reiðarum, tá landsstýrið bað løgtingið áseta við lóg, at manningarnar ikki skuldu vera við í kvotukeypunum.

 

 

Drúgv viðgerð

Reiðarafelagið vann í Føroya rætti. Men Eystari landsrættur gav Fiskimálaráðnum viðhald.

Reiðarafelagið er dømt at gjalda Fiskimálaráðnum 750.000 kr. í sakarkostnaði.

Nú hevur Reiðarafelagið søkt um at sleppa í Hægstarætt við málinum, tí málið er prinsipielt.

Procesbevillingsnævnet brúkar 14 til 16 vikur at viðgera umsóknir um at sleppa at royna mál í Hægstarætti.
 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 8. februar
Jambalaja - 080225
187525
Leygardag 8. februar
Upp á tá - 070225
187518
Leygardag 8. februar
Morgunlestur leygardagur 8.februar 2025
186656
Fríggjadag 7. februar
Vikuskiftið 7 februar 2025
187506
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369
Fríggjadag 7. februar
Heim, kæra heim (3:3)
187463
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371
Týsdag 4. februar
Veðrið
187342