- Tíðindi, mentan og ítróttur
Føroyar fingu torføran EM-undankappingarbólk
Góðu úrslitini í Nations League-kappingini gjørdu, at føroyska A-landsliðið við monnum var bólkað í styrkisbólki 4 av seks styrkisbólkum í lutakastinum til EM-undankappingina.
Føroyar endaðu í bólki E og skulu spæla móti Pólland, Kekkia, Albania og Moldova.
Talan er um ein torføran bólk ítróttarliga, men eisini um ein lítið áhugaverdan bólk fyri fótbóltsfjepparar.
Lewandowski kemur til Føroya
Føroyskir fótbóltsfjepparar kunnu sjálvandi gleða seg til at síggja ein av heimsins bestu áleyparum, Robert Lewandowski úr Póllandi, spæla á Tórsvøllin.
Robert Lewandowski spælir í løtuni við Barcelona, har hann bumbar málini í kassan, eins og hann gjørdi fyri Bayern München og Borussia Dortmund.
Men Lewandowski er einasta stjørnan, ið er ávegis til Føroya í hesum umfarinum.
Fingu einki av teimum veiku
Harumframt fingu Føroyar heldur ikki ítróttarligu gleðina av at koma í ein bólk við seks liðum og harvið møta einum av teimum ordiliga veiku londunum úr veikasta styrkisbólkinum, nevniliga San Marion, Andorra og Liktinstein.
53 lond luttaka í EM-undakappingini. Týskland, sum er vertur, er sjálvskrivað í EM-endaspælinum.
Bólkur A:
Spania, Skotland, Noreg, Georgia, Kýpros
Bólkur B:
Holland, Frakland, Írland, Grikkaland, Gibraltar
Bólkur C:
Italia, Ongland, Ukraina, Norðurmakedónia, Malta
Bólkur D:
Kroatia, Wales, Armenia, Turkaland, Lettland
Bólkur E:
Pólland, Kekkia, Albania, Føroyar, Moldova
Bólkur F:
Belgia, Eysturríki, Svøríki, Aserbadjan, Estland
Bólkur G:
Ungarn, Serbia, Montenegro, Bulgaria, Litava
Bólkur H:
Danmark, Finnland, Slovenia, Kasakstan, Norðurírland, San Marino
Bólkur I:
Sveis, Ísrael, Rumenia, Kosovo, Hvítarussland, Andorra
Bólkur J:
Portugal, Bosnia og Hersegovina, Ísland, Luksemborg, Slovakia, Liktinstein