- Tíðindi, mentan og ítróttur
Tvær kommunur arbeiða saman um eldraráð
Tvær kommunur arbeiða saman um eldraráð
Býráðini í Fuglafirði og í Eysturkommunu hava samtykt at skipa eitt felags eldraráð
08.10.2022 - 15:12
Býráðini í Fuglafirði og í Eysturkommunu hava samtykt at skipa eitt felags eldraráð.
Ráðið skal veljast 22.november.
Fyrsta valskeiðið verður frá 1.januar 2023 til 31.desember 2024. Ætlanin er, at eldraráðið skal veljast á kommunuvali. Og tað verður í 2024.
Frestin at stilla upp til eldraráðsvalið er 24.oktober kl.18.00.
Fólk, sum eru 60 ár ella eldri valdagin, kunnu stilla upp.
Trý fólk skulu veljast fyri hvørja kommunu.
Endamálið hjá eldraráðnum í Fuglafirði og í Eysturkommunu er at geva kommununum og Nánd ráð um eldrapolitikk og taka sær av samskiftinum millum fólk og kommunurnar.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV