Fólkatingsvalið í Føroyum kann haldast ein annan dag

bannari
Fólkatingsvalið í Føroyum kann haldast ein annan dag
1. november er allahalgannadagur og minningardagur teirra sjólætnu.
Lene Moyell Johansen er ríkisumboð.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
05.10.2022 - 14:25

At Mette Frederiksen, forsætisráðharri, hevur skrivað út fólkatingsval at vera týsdagin 1. november, hevur fingið m.a. Jørgen Niclasen í Fólkaflokkinum og Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismann, at gera vart við seg.

Teir halda báðir, at tað er óheppið, at fólkatingsvalið verður júst henda dagin, allahalgannadag, sum í Føroyum eisini er minningardagur teirra sjólætnu.

Jørgen Niclasen skrivar soleiðis á Vágaportalinum.

 

Og Kaj Leo Holm Johannesen skrivar soleiðis á sínum Facebook-vanga:

 

 

Kannar málið

Sambært lógini um fólkatingsval, er tað ríkisumboðið í Føroyum, sum kunnar føroyingar um, at fólkatingsval verður. Ríkisumboðið kann sambært lógini um fólkatingsval eisini gera av, um valið í Føroyum skal verða ein annan dag. 

Lene Moyell Johansen, ríkisumboð, sigur við útvarpið, at hon arbeiðir við málinum og hevur ikki tikið avgerð enn.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 30. januar
Morgunlestur hósdagur 30.januar 2025
186658
Mikudag 29. januar
Skratsj 29. januar 2025
187050
Mikudag 29. januar
Morgunlestur mikudagur 29.januar 2025
186657
Mikudag 29. januar
LEITISSTEIN 28.01.2025 (Tjant)
187008