- Tíðindi, mentan og ítróttur
Dátueftirlitið gevur álvarsliga átalu og kravboð
Dátueftirlitið hevur givið einum almennum stovni eina álvarsliga átalu og kravboð.
Í apríl í ár fekk Dátueftirlitið fráboðan um trygdarbrot hjá almennum stovni.
Stovnurin sendi eitt bræv til skeivt fólk. Í brævinum vóru viðkvæmar persónupplýsingar.
Fólkið, sum fekk brævið, læt stovninum tað aftur. Fýra dagar seinni staðfesti stovnurin trygdarbrotið.
Dátueftirlitið kannaði, um stovnurin hevði nøktandi skrivligar mannagongdir til starvsfólkini, so tey vita, hvat tey skulu gera, tá eitt trygdarbrot er.
Tað hevði stovnurin als ikki sambært Dátueftirlitinum.
Mannagongdin ikki nøktandi
Niðurstøðan var snøgt sagt, at mannagongdin hjá starvsfólkunum var als ikki nøktandi.
Hon kundi hinvegin elva til misskiljingar, so starvsfólkini ikki skilja, hvat eitt trygdarbrot er, og ikki skilja álvaran av, at øll trygdarbrot, sama hvussu umfatandi tey eru, skulu skjalfestast.
Um greiðar skrivligar mannagongdir vóru hjá starvsfólkunum, so átti trygdarbrotið at verið staðfest sama dagin, sum stovnurin fekk brævið aftur, og ikki fýra dagar seinni,
Dátueftirlitið gav stovninum eina álvarsliga átalu og kravboð um at tillaga skrivligu mannagongdirnar til starvsfólkini.
Mannagongdirnar skulu greitt lýsa, hvat eitt trygdarbrot er, og hvat starvsfólkini skulu gera, tá eitt trygdarbrot verður staðfest.