Freistin farin at mótmæla

Freistin farin at mótmæla
Mótmæli móti broytingum í byggisamtyktini fyri Bøkjarabrekku til viðgerðar í umsitingini hjá býráðnum
Ætlanin um at byggja eitt parkeringshús í Bøkjarabrekku í Havn møtir stórari mótstøðu frá fólkunum, sum búgva í miðbýnum
 
29.09.2022 - 06:44

 


Soleiðis lýsir Felagið Grannalív parkeringshúsið, ið ætlanin er at byggja í Bøkjarabrekku í Havn, við einari tekning

 

Felagið Grannalív, sum umboðar fólk í niðara part av Tinghúsvegin, Kongagøtu, Tungugøtu og Lucas Debesar gøtu, hevur av øllum alvi roynt at fingið Tórshavnar kommunu at endurskoða ætlanina um at geva Gullak Madsen, vinnulívsmanni, loyvi at byggja parkeringshúsið

"Bygningurin er pressaður út í mark á nær um øllum síðum. Hetta hevur við sær, at allir grannar fara at hava ein múr, sum liggur millum níggju og 14 metrar á markinum. Hetta viðførir, at tað verður eitt sera stórt skuggaland á grannamatriklunum. Vit meta, at tað ikki rætt, at kommunan skal standa á odda við at fremja hesa neyðtøku av grannaognunum," skrivaði Grannalív í einum tíðindaskrivi 14. september


Grannalív hevur eisini roynt at givið fólki eina mynd av, hvussu nógv parkeringshúsið fer at fylla í miðbýnum, eitt nú við sínum egnu tekningum, men eisini við ballónum

 

Felagið Grannalív hevur eisini savnað inn undirskriftir móti byggingini, og hevur roynt at ávirkað gjøgnum fjølmiðlarnar. 

20220715_BYGGING_UTTAN_MAAL_OG_MID

Jógvan G. Müller, verkfrøðingur og ein av grannunum, heldur at byggingin er burtur úr vón og viti. Tað greiddi hann frá í Degi og viku 15. juli í ár

 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 23. apríl
Mono - Minimalisma í tónleiki (1:5)
191003
Mikudag 23. apríl
Góðan morgun Føroyar
190988
Mikudag 23. apríl
Morgunlestur mikudagur 23.apríl 2025
190969
Týsdag 22. apríl
LEITISSTEIN 22.04.2025 (Deja Vu)
190977
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946