- Tíðindi, mentan og ítróttur
Handverkararar hava gjørt nýggjan sáttmála
Handverkararar hava gjørt nýggjan sáttmála
Lønin hækkar 3,8 prosent 1 oktober í ár og 4,04 prosent 1. oktober næsta ár
Mynd: Vinnuhúsið
29.09.2022 - 13:26
Semja er gjørd um nýggjan handverkarasáttmála.
Semjan er á sama stigi sum tann, sum var gjørd við arbeiðarafeløgini í mai, og sum var tann fyrsta í samráðingarumfarinum 2022-2024.
Fyrrapartin skrivaðu Føroya Arbeiðsgevarafelag, Føroya Handverksmeistarafelag og Føroya Handverkarafelag og Landsfelag Handverkaranna undir nýggjan sáttmála, sum er galdandi frá 1. oktober í ár til 1. mai 2025, altso í 2 ár og 7 mánaðir.
Lønin hækkar 3,8 prosent 1. oktober í ár og 4,04 prosent 1. oktober næsta ár. Harumframt eru tillagingar gjørdar í sáttmálanum.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV