- Tíðindi, mentan og ítróttur
Breddin: Fíggjarlóg og nýggjur strandferðslustjóri
Fíggjarlógaruppskotið fyri 2023 verður lagt fram í morgin.
Hvat skulu vit vænta av einari fíggjarlóg í einari tíð við stórum prísvøkstri, og tá tað samstundis er seinasta fíggjarlógin hjá sitandi samgongu?
Vit hita upp til fíggjarlógina og viga politisku støðuna í útvarpsstovuni.
Nýggjur stjóri var í gjár settur á brúnna á Strandfaraskipum Landsins.
Niels Juel Arge skal nú stýra strandferðsluni. Hvørjar ætlanir hevur hann fyri stovnin, og hvussu er at føra ein stovn við uppslitnum flota? Tað spyrja vit nýggja stjóran.
Bretska pundið er skramblað í virði seinastu vikuna ella so, eftir at nýggi fíggjarmálaráðharrin kunngjørdi eina røð av skattalækkingnum. Hvat er hent í Bretlandi, sum enntá hevur fingið altjóða gjaldoyrastovnin at tala at og ávara um vaksandi ójavna?
Tað spyrja vit seinast í sendingini.
Breddin í útvarpinum klokkan 10.