- Tíðindi, mentan og ítróttur
KÍ tekur frástøðu frá atburðinum hjá Mikkjali Thomassen
Nevndin í KÍ tekur frástøðu frá atburðinum hjá venjaranum, Mikkjali Thomassen, sum leygarkvøldið 17. september sló og hótti fólk í býnum í Havn.
Tað skrivar heimasíðan hjá KÍ.
- Atburðurin er ikki í samljóði við virðisgrundarlagið hjá felagnum, har allir KÍ-venjarar eiga at vera fyrimyndarligir og álitisvekjandi, skrivar heimasíða felagsins.
Tað var dimma.fo, sum í gjár skrivaði, at Mikkjal Thomassen næstseinasta leygarkvøld hevði sligið fleiri fólk og hótt ein spælara hjá Víkingi við at oyðileggja yrkisleið hansara, bæði í fótbólti og borgarliga.
Mikkjal Thomassen harmast atburðin
- Eg eri ógvuliga harmur um mín atburð í býnum, og eg havi givið einum fótbóltsspælara hjá Víkingi, sum eg við vissu veit, at eg havi verið ófantaligur ímóti, eina treytaleysa umbering, sum viðkomandi tók ímóti, segði Mikkjal Thomassen við dimma.fo í gjár.
Nevndin í KÍ hevur fingið váttað, at venjarin hevur biðið tey, sum hann fór illa við, um umbering.
Fær ongar avleiðingar
Atburðurin hjá Mikkjal Thomassen fær ikki avleiðingar fyri starvið sum høvuðsvenjari hjá Betri-liðnum við monnum hjá KÍ.
- Við hesum vil nevndin í Klaksvíkar Ítróttarfelag hervið boða frá, at nevndin ynskir at arbeiða fyri, at tað góða og mennandi arbeiðið saman við høvuðsvenjaranum, Mikkjal K. Thomassen, kann halda fram, og vilja vit geva honum okkara fulla stuðul í komandi avbjóðingum, skrivar heimasíðan hjá KÍ.