Ikki neyðugt at viðgera keypið í Kappingareftirlitinum

Ikki neyðugt at viðgera keypið í Kappingareftirlitinum
Kappingareftirlitið sigur, at tað kemur ikki undir fráboðanarskylduna í kappingarlógini, at Bakkafrost tekur við Faroe Seafood 2011
Bakkafrost hevur keypt partafelagið Faroe Seafood 2011.
 
27.09.2022 - 08:27

Ikki er neyðugt, at Kappingareftirlitið viðger avgerðina hjá partafelagnum Faroe Seafood 2011 at selja Bakkafrosti felagið.

Fimm feløg áttu Faroe Seafood 2011.

Nógv tann størsti eigarin var smápartafelagið MEPS, sum átti 50 prosent. Hinir vóru Framtak, Betri, Enniberg og Thor.

Faroe Seafood 2011 seldi fisk í Fraklandi.

 

Taka við rakstrinum um mánaðarskiftið

Bakkafrost tekur við rakstrinum hjá Faroe Seafood 2011 1. oktober.

Bakkafrost hevur í eina tíð arbeitt við at skipa seg betur í Fraklandi, sigur Regin Jacobsen, stjóri.

Kappingareftirlitið sigur, at tað kemur ikki undir fráboðanarskylduna í kappingarlógini, at Bakkafrost tekur við Faroe Seafood 2011.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 8. februar
TEMAPLÁTAN 40: 'Heart', Heart, 1985
187494
Leygardag 8. februar
Jambalaja - 080225
187525
Leygardag 8. februar
Upp á tá - 070225
187518
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369
Fríggjadag 7. februar
Heim, kæra heim (3:3)
187463
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371
Týsdag 4. februar
Veðrið
187342