- Tíðindi, mentan og ítróttur
Breddin: Tøkugjald og diabetesviðgerð
Landið skal hava meira inn í tøkugjaldi frá alivinnuni. Nakrar milliónir aftrat av milliarda-yvirskotunum skulu koma fjøldini til góðar, serliga tá laksaprísurin er høgur.
Samstundis ávarar alivinnan um minkandi íløguhug, um gjøldini verða hækkað.
Men er uppskotið um nýggju tøkugjøldini nóg mikið í einari vinnu við yvirskotum, sum sambært búskaparfrøðingum geva fýra ferðir størri avkast enn í øðrum vinnum?
Vit tosa við Havbúnaðarfelagið, umframt tvey tingfólk.
Diabetesviðgerð
Í gjár var avtala undirskrivað við Novo Nordisk-grunnin um at styrkja viðgerð og gransking innan fyri diabetes og endokrinologi við at seta á stovn eina sonevnda Steno-miðstøð í Føroyum. Íløgan er 123 mió. krónur.
Vit fáa tveir gestir í útvarpsstovuna at siga frá, hvønn týdning hetta kann fáa fyri diabetesviðgerð í Føroyum.
Breddin í útvarpinum klokkan 10.