- Tíðindi, mentan og ítróttur
Føroysk fragd ímóti Turkalandi
Hann hevði bíðað eftir hesum.
Tá ukrainski dómarin bríkslaði fyri seinastu ferð, bóltaði Håkan Ericson rút á síðulinjuni. Sviin hevði fingið eitt stórt úrslit ímóti eini stórari fótbóltstjóð, og tað var fult uppiborið.
Á vøllinum vóru tað Viljormur Davidsen og Jóan Símun Edmundsson, sum skutu málini í 2-1 sigrinum á Turkalandi, men frá málverja til fremsta mann spældu allir upp til sítt besta.
Ágangandi frá fyrsta bríksli
Føroyska liðið var ágangandi frá fyrsta bríksli. Spælararnir fóru langt fram at leggja trýst á turkar, sum als ikki tóktust vera til reiðar í regninum og vindinum.
Miðskeiðis í hálvleikinum eydnaðist útiliðnum at fáa spæl at glíða eina løtu, men teir komu ikki fram til møguleika, og síðsta korterið fyri steðgin vóru tað aftur Føroyar, sum sótu á tí mesta.
Føroyskt krút í seinna hálvleiki
Tey, sum væntaðu, at útiliðið fór at taka yvir eftir steðgin fóru skeiv, tí júst tað óvugta hendi. Føroyar hildu á við ágangandi trýstinum langt frammi á turkisku hálvuni, men nú gav tað úrslit.
Best seks minuttir eftir steðgin fekk Sølvi Vatnhamar bóltin við sær í høgru. Innleggið fann Viljorm Davidsen á brotsteigarmarkinum, og liðskiparin skeyt sítt fjórða landsliðsmál við hørðum, fløtum skoti, sum tók í eitt turkiskt verjubein.
Turkar vóru skelkaðir, og júst sum útiliðið skuldi fremja trífalda útskifting, vann Jákup Biskopstø Andreasen bóltin, og sendi Jóan Símun Edmundsson avstað.
Fýra ár vóru liðin, síðan toftamaðurin skeyt sítt síðsta landsliðsmál, men tað sást ikki, tá hann toygdi seg og sendi bóltin framvið málverjanum yvir í handara málhornið.
Hildu fast við øllum
Turkaland royndi at leggja trýst á føroyska liðið, og onkuntíð komu teir til vandamiklar støður, men sjáldan noyddist Teitur Matras Gestsson at bjarga.
Heldur vóru Føroyar nærri við at økja uppaftur meir um leiðsluna.
Tá ein minuttur var eftir at spæla, kom kortini málið, sum útiliðið leitaði eftir. Bólturin kom úr høgru yvir í vinstru eitt sindur tilvildarliga, og Serdar Gürler sendi hann lágt framvið føroyska málverjanum, sum helst átti at bjarga skotinum.
Tað var kortini og lítið og ov seint hjá turkum, og alt endaði í staðin við føroyskari fragd á heimavøllinum. Håkan Ericson hevði leitt Føroyar til helst størsta úrslitið, sum føroyska landsliðið hevur fingið, síðan sigrarnar á Grikkalandi fyri skjótt nógvum árum síðani.
Tórsvøllur (Nations League)
Føroyar - Turkaland 2-1 (0-0)
1-0 Viljormur Davidsen, 51 min.
2-0 Jóan Símun Edmundsson, 58 min.
2-1 Serdar Gürler, 89. min