- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fylgja ikki altíð reglunum um útbjóðing
Almennir stovnar fylgja ikki altíð reglunum um útbjóðing av vørum og tænastum, og biðja heldur ikki um undantak.
Tað sigur Landsgrannskoðanin í frágreiðingini um landsroknskapin fyri 2021, sum er latin løgtingsgrannskoðarunum.
Víst verður á, at dømi eru um, at ráðgevingaravtalur eru ikki bodnar út. Í onkrum føri sigur stovnur seg ikki hava orku til at gera útbjóðingartilfar ella tilboðsfyrispurningar.
Eisini er dømi um, at stovnar halda ávísar veitarar vera bestar at gera uppgávurnar, ella tænastan er so serstøk fyri stovnin, at hon ikki kann bjóðast út millum fleiri.
Keypsportalurin
Tað verður gjørt, hóast tað í rundskrivi frá Fíggjarmálaráðnum “um keyp av vørum og tænastum” er ásett, at keyp av vørum og tænastum skulu bjóðast út alment á Keypsportalinum, um keypið er størri enn 500.000 kr.
Eisini er ásett, at keyp fyri 50.000-500.000 uttan mvg, kann avgreiðast við tilboðsfyrispurningi frá í minsta lagi tveimum veitarum, og at tílík keyp kunnu eisini verða boðin út á Keypsportalinum.
Landsgrannskoðanin hevur eisini víst á, at einki forðar fyri at biðja um prísir frá fleiri til keyp av vørum og tænastum, sum kosta undir 50.000 kr., út frá sjónarmiðinum um at fáa
sum mest fyri pening skattgjaldarans, stendur í frágreiðingini.