Kunnu fiska 800 tons í part

Kunnu fiska 800 tons í part
Sambært avtaluni kunnu føroysk skip fiska tilsamans 10.000 tons av makreli í norskum sjógvi
Ango er eitt av nótaskipunum. Skipini kunnu fiska 800 tons í part í norskum sjógvi.
 
19.09.2022 - 10:21

Føroysku nótaskipini sleppa at fiska í mesta lagi 800 tons í part í norskum sjógvi. 

Tað upplýsir Árni Skaale, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, fyri Kringvarpinum.

Hetta verður kunngjørt á kunngerðarportalinum í hesi vikuni, sigur hann.

 

Kunnu landa uttanlands

Avtalan, sum Føroyar hava gjørt við Noreg, kom í gildi 15. september, og tilsamans kunnu føroysk skip fiska 10.000 tons av makreli í norskum sjógvi. 

Avtalan hevur eisini í sær, at føroysku skipini fáa undantaksloyvi til at landa makrelin, sum er fiskaður í norskum sjógvi uttanlands. 

Nýggja avtalan er ikki so góð sum tann, ið var gjørd í fjør. Tá kundu føroysk skip fiska 83.000 tons í norskum sjógvi. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 8. februar
TEMAPLÁTAN 40: 'Heart', Heart, 1985
187494
Leygardag 8. februar
Jambalaja - 080225
187525
Leygardag 8. februar
Upp á tá - 070225
187518
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369
Fríggjadag 7. februar
Heim, kæra heim (3:3)
187463
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371
Týsdag 4. februar
Veðrið
187342