Apoteksverkið: Alivinnan eigur størsta vøksturin í heilivágssøluni

Apoteksverkið: Alivinnan eigur størsta vøksturin í heilivágssøluni
Fyri 20 árum síðani keypti alivinnan heilivág fyri 20 mió. kr. Í fjør seldi apoteksverkið alivinnuni heilivág fyri 111 mió. kr.
Alivinnan hevur keypt nógvan heilivág seinastu árini. (Savnsmynd)
 
19.09.2022 - 13:53

Seinastu 20 árini er heilivágssølan hjá apoteksverkinum vaksin úr 118 milliónum upp í 292 milliónir kr.

Tað vísa tøl hjá Hagstovuni.

Størsti vøksturin hevur verið í søluni til alivinnuna, sum fyri 20 árum síðani lá um 20 milliónir kr. um árið. Í fjør seldi apoteksverkið heilivág til alivinnuna fyri 111 milliónir kr.

Sølan til alvinnuna er nú 38 prosent av allari heilivágssølu hjá apoteksverkinum. 

 

Lítil vøkstur í reseptheilivági

Sølan av reseptheilivági er ikki nógv vaksin. Hon var 80 milliónir krónur í 2002, og 20 ár seinni var hon 94 milliónir kr.

Hinvegin er sølan til sjúkrahúsini nógv vaksin. Hon var 13 milliónir í 2002, og fjør var hon 86 milliónir kr. 

Meðan heilivágssølan til hinar brúkarabólkarnar hevur verið støðug, eru ógvisligar broytingar í heilivágssøluni til alivinnuna.

Hon var sjey milliónir í 2004 og vaks so í stórum næstu 10 árini, upp í 135 milliónir krónur í 2014.

Sølan minkaði niður í 49 milliónir kr. í 2018, men er  aftur vaksin seinastu trý árini, upp í 111 mió. kr. í 2021.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 8. februar
TEMAPLÁTAN 40: 'Heart', Heart, 1985
187494
Leygardag 8. februar
Jambalaja - 080225
187525
Leygardag 8. februar
Upp á tá - 070225
187518
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369
Fríggjadag 7. februar
Heim, kæra heim (3:3)
187463
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371
Týsdag 4. februar
Veðrið
187342